AWA

Um 50 ár... (Explicit)

Track by200

0
0
  • 2013.02.22
  • 3:57
AWAで聴く

歌詞

Um 50 ár fer alt hetta her at vera líkamikið Tað eru nú liðin 120 ár síðani sjálvstýrisrørslan í Føroyum tók seg upp Og líka frá byrjan hava vit verið noyddir til at berjast á tveimum hermótum Ein tann fyrsta orrustan var, at fáa føroyingum føroyskt mál inn í skúlarnar og kirkjurnar í Føroyum Soleiðis at tey føroysku børnini kundu spyrja, læra og tosa á móðurmálinum Í staðin fyri at skula og sita og jabba kongarekkjur og tabellir á einum máli, tey onki skiltu av Tað var so seint sum í 1938, at tað varð komið á mál eftir drúgva togtogan við mynduleikarnar í Danmark og sambandsmenninar í Føroyum Og eg kenni ongan føroying, sum heldur vildi havt danskt í skúlanum Og um 50 ár verða eingir føroyingar sambandsmenn Tað var heldur ikki í lagi við teimum donsku myndugleikunum, at vit fingu okkara egna flagg. Ikki fyrr enn Danmark varð hersett av týskinum og vit av bretunum Fingu føroysk skip forboð ímóti at sigla undir Dannebrog Stríðið um Merkið Føroyska flaggið, sum leingi hevði møtt mótstøðu frá dønum og teirra gimpum í Føroyum Skuldi nú verða vundið á stong á øllum Føroyskum skipum Vóru sambandsmenninir fyri? Guð vóru teir ei! Teir vildu heldur hava okkum at brúka okkurt fyribils flagg Soleiðis at aftan á kríggið kundi Dannebrog aftur veittra í húnar hátt í Føroyum Kennir tú nakran føroying í dag, sum ikki er góður við Merkið? Teir kunnu teljast á einari hond Og um 50 ár eru ongir føroyingar sambandsmenn Hvat eru tað fyri fólk, sum koma sær at læra síni børn, at tey ikki eru líka nógv verd sum onnur menniskju, Sum trútta niður í tey hjálparsloysi og undirlutakenslur og læra tey at ganga ímóti sínum náttúrligu menniskjansligu instinktum? Vit eru ikki býttari enn onnur fólkasløg Vit eru ikki býttari enn onnur fólkasløg Vit eru ikki býttari enn onnur fólkasløg Og tað kann ikki vera so ómøguligt at fáa eitt so lítið land sum okkara upp at koyra Og um 50 ár eru ongir føroyingar sambandsmenn Um 50 ár verða ongir sambandsmenn eftir Um 50 ár fer hesin spurningurin ikki longur at skilja okkum Um 50 ár, tá vit langt síðani eru vorðin sjálvstøðug Og fólk hava sæð, at tað var ikki so ringt, og vit vóru ikki so skíthamrandi býtt Og smakkurin av fullveldi ikki var so beiskur hóast alt Tá fara vit øll allíkavæl at standa øksl móti øksl á Vaglinum á ólavsøku, á tjóðarhátíðini Og syngja "Tú alfagra land mítt" av heilum hjarta Og børnini, sum vaksa upp, fara ongantíð at undrast á hví tað man standa "Danmark" og "danskari" í passinum hjá mammu og pápa Og tá børnini spyrja teir gomlu, fyrrverandi sambandsmenninar, hví teir bóru seg so býttisliga at Tá fara sambandsmenninir at skammast og kísta børnini út í túnið at spæla Um 50 ár verða ongir sambandsmenn Um 50 ár verða ongir sambandsmenn Um 50 ár verða ongir sambandsmenn Um 50 ár, so fer alt hetta her at vera líka mikið Tí um 50 ár fer hesin spurningurin ikki longur at skilja okkum

このページをシェア

200の人気曲

200
の他の曲も聴いてみよう
AWAで他の曲を聴く
はじめての方限定
1か月無料トライアル実施中!
登録なしですぐに聴ける
アプリでもっと快適に音楽を楽しもう
ダウンロード
フル再生
時間制限なし